Tvey føroyingalið vóru í leiki í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í kvøld.
Landsliðsmálverjin, Rakul S. Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing taptu í fyrsta dystinum hetta kappingarárið 30-32 fyri Nykøbing Falster á heimavøll.
Í steðginum var Ringkøbing á odda 17-16.
Rakul bjargaði tvær av 17 málroyndum tann partin av dystinum hon vardi málið hjá Ringkøbing. Kappingarneytin, Stephanie Andersen bjargaði tvær av 18 málroyndum, so Rakul stóð seg eitt vet frægari enn kappingarneytin.
Hin landsliðsmálverjin, Annika F. Petersen, Lív S. Poulsen og liðfelagarnir í EH Aalborg, ið eru uppflytarar vóru fyri stórtapi á útivølli móti toppliðnum, Odense.
Odense vann 35-16. Longu í steðginum var mest sum avgjørt. Tá var Odense á odda 19-7.
Annika bjargaði tveimum av 12 málroyndum, meðan kappingarneytin, Johanne Graugaard stóð seg nakað frægari við at bjarga átta av 29 málroyndum.
Fríggjakvøldið klokkan 18 taka Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg móti Sønderjyske. Leygardagin klokkan 13 spæla Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg dyst á útivølli móti Aarhus. Sunnudagin klokkan 14 taka Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn móti Mariu P. Nólsoy og liðfeløgunum í Horsens.
Heili sjey føroyskir landsliðsleikarar spæla í eini tí fremstu hondbóltsliguni hjá kvinnum í heiminum. Tað grør um gangandi fót.