Donsku veljararnir hava atkvøtt ímóti at broyta rættarfyrivarnið til eina tilvalsskipan.
Tað er greitt, nú allar atkvøðurnar eru taldar.
53,1 prosent atkvøddu nei.
46,9 prosent atkvøddu ja.
Danski Fólkaflokkurin, Eindarlistin, Liberal Alliansa og Fólkarørslan ímóti ES hava vunnið fólkaatkøvðuna.
Vinstri, Javnaðarflokkurin, Konservativu, tey Radikalu, SF og Alternativið hava tapt.
Valluttøkan var 72 prosent - 2.934.121 velarar vóru á vali.
Av øllum teimum beint oman fyri 4 milliónum, sum hvødu valrætt, hava 37,5 prosent atkvøtt ei, 33,2 prosent atkøvtt ja, 28 prosent hava ikki atkvøtt og 1,3 prosent av atkvøðunum vóru ógyldugar.