Life of Brian

Tað kann væl vera, at komandi mánaðirnar verða nýttir til at hyggja eftir føroyskum fótbóltsspælarum heldur enn klassikaranum hjá Monty Python. Men sum føroyskur landsliðsvenjari fær Brian Kerr uttan iva tørv á einum løttum lyndi, har hann kanska kann murra til tónarnar um, at hann skal »Always look on the bright side of life«

Fótbóltur

 

Írland hevur sjáldan mett sum ein av heimsins nalvum, tá altjóða fótbólt umræður. Støðugt hava sterkir einstaklingar gjørt um seg í enskum fótbólti, og hesir vóru eisini grundarlagið undir liðnum hjá Jackie Charlton, sum seinast í 80’unum veruliga byrjaði at lyfta Írland uppeftir á altjóða fótbóltshierarki’num. Enntá á slíkan hátt, at fleiri heldur speiskliga hildu fyri, at Jackie Charlton í veruleikanum var betri ættargranskari enn venjari, tí hann var so óførir at finna enskar spælarar, sum so ella so vóru av írskari ætt.

Sjálvt Írland hevur í so máta ikki verið mett sum tað heilt stóra fótbóltsliga. Og tí kann tað tykjast løgið, at nýggi føroyski landsliðsvenjarin als ikki hevur virkað sum venjari uttan fyri Írland, fyrr enn hann nú tekur við starvinum sum føroyskur landsliðsvenjari.

 

Keypti sjálvur felagið

Men so skal eisini leggjast afturat, at tá alt kemur til alt, so er Brian Kerr ein maður, sum veruliga hevur nøkur stór úrslit at vísa á sum venjari.

Sum spælari rakk hann ikki tí heilt stóra, og eftir at hann sum 13 ára gamal byrjaði at venja piltalið, hevur tað verið venjarayrkið, sum hann hevur lagt størsta doyðin á. Fyrstu árini sum hjálparvenjari, men tá hann móti ársenda í 1986 gjørdist venjari hjá St. Patrick, fór hann veruliga undir at skapa sær eitt stórt navn.

Felagið var ikki serliga væl fyri fíggjarliga, og tí mátt Kerr leita dúgliga eftir ókendum spælarum við góðum fótbóltsevnum, og hetta eydnaðist framúr væl. Longu í 1988 var liðið bert eitt stig frá at vinna fyrsta meistaraheitið síðani 1956, og í 1990 eydnaðist hetta loksins.

Fíggjarliga stóð tó framvegis illa til, og tá felagið í 1992 var hótt av gjaldssteðgi, var Brian Kerr sjálvur partur av einum íleggjaratoymi, sum skuldi bjarga felagnum. Enn eina ferð mátti venjarin byggja eitt spildurnýtt lið upp, og enn einaferð eydnaðist hetta. Krúnan á verkinum var, tá St. Patrick á sumri 1996 aftur stóð sum írskur meistari. Hetta gav honum hetjustøðu í felagnum, og hóast hann enn stendur sum ein varði í felagssøguni, so kom tað som ein skelkur av teimum heilt stóru, tá Brian Kerr sama heyst valdi at takka ja til eitt starvstilboð sum tekniskur stjóri í írska fótbóltssambandinum.

 

EM- og HM-brøgd

Sum tekniskur stjóri hevði Brian Kerr eisini ábyrgdina av yngru landsliðunum, og skjótt stóð teimum flestu greitt, at nýggir vindar blástu yvir írskan fótbólt.

Í 1997 vann liðið HM-bronsu við Damien Duff sum stóru stjørnuni í kappingini, og tvey ár seinni var hann um reppið at endurtaka bragdið, men í fjórðingsfinaluni mátti Írland lúta móti vertunum úr Nigeria eftir brotssparkskapping.

Og eisini í EM-høpi bragdaði. Ikki minst í 1998, tá Kerr stýrdi bæði U16- og U18-liðnum til EM-gull ,og eru hetta einastu altjóða heitini, sum nakað írskt fótbóltslandslið hevur vunnið. Menn sum John O’Shea og Robbie Keane vóru við honum hesi árini, og eftir at Kerr í 2003 enn eina ferð kom til HM-endaspælið fyri U21-lið, valdi hann at taka við landsliðsvenjarastarvinum.

Her var tað í tveimum førum sera nær við, men bæði til 2004 og til 2006 gjørdust írar akkurát ov stuttir til at røkka endaspælinum, og sáttmáli hansara við fótbóltssambandið varð ikki longdur, tá HM-undankappingin til 2006 var av. Nakað sum Kerr sjálvur var ógvuliga ónøgdur við.

 

Ein nýggj avbjóðing

Síðani hetta hevur Kerr at kalla leitað eftir nýggjum avbjóðingum. Hann varð eitt skifti upp á tal sum indiskur landsliðsvenjari í fótbólti, men hann tók ikki av tilboðnum. Hann hevur verið nevndarformaður í írska SARI – Sports Against Rasicm Ireland – og eitt skifti var hann fótbóltsstjói í St. Patrick, tá felagið enn einaferð hevði fingið nýggjan eigara.

Eisini hevur hann verið hampuliga virkin sum fótbóltsviðmerkjari, men nú verður tað aftur hann, sum skal standa móti skotriðjunum frá ymsu fótbóltsviðmerkjarunum. Í gjár skrivaði Kerr undir sáttmála við føroyska Fótbóltssambandið, og næstu 30 mánaðirnar verður tað altso hann, sum hevur ábygdina av A-landsliði okkara í fótbólti.

 

---

 

Fakta um Brian Kerr

Føddur 3. mars 1953 í Dublin

St. Patrick Athletic (venjari) 1986-1996

(írskur meistari í 1992 og 1996)

Tekniskur stjóri í Írlandi 1996-2003

(HM-bronsu við U21, EM-gull við U16 og U18)

Írskur A-landsliðsvenjari 2003-2006

St. Patric Athletic (fótbóltsstjóri) 2007-2009

Føroyskur landsliðsvenjari 2009-?