Liggja undir eftir 1. hálvleik

Fyrsta bríksl í U19 landsdystinum í Rumenia var klokkan 13

U19 landsliðið í fótbólti er í Rumenia, har fyrsta bríksl í fyrsta dystinum var klokkan 13. Mótsstøðuliðið er vertstjóðin, og eftir 1. hálvleik er støðan 1-0 til Rumenia. Málið varð skorað tríggjar minuttir undan steðginum.

Sólin kagar undan, og tað eru 15 hitastig. At tað hevur regnað nógv síðstu dagarnar sæst aftur í, at vøllurin er vátur.

Føroyska liðið: Karstin Hansen, NSÍ – Ari Olsen, Skála, Bjarni Petersen, B36, Hjalti Strømsten, Víkingur, Mikkjal á Berg, KÍ – Betuel Hansen, Silkeborg IF, Jákup B. Andreasen, KÍ – Meinhard E. Olsen, Vendsyssel FF, Janus S. Samuelsen, Brøndby IF, Teit Jacobsen, HB – Jákup Thomsen FC Midtjylland.

Venjarar hjá U19 landsliðnum eru Eyðun Klakstein og Oddbjørn Joensen.

mynd: Trygvi Mortensen