Likamlig revsing er eyðmýkjandi

?At likamliga revsa børn er bæði eyðmýkjandi og sálarliga niðurbrótandi. Tá kropslig makt av einum størri og sterkari persóni, bæði sálarliga og kropsliga, verður nýtt ímóti einum barni, missir tað virðingina fyri foreldrunum. Hetta sigur Sigrun Samuelsen, sum er sálarfrøðingur í barnaverndini hjá Tórshavnar Býráð

Uppskotið, sum Javnaðarflokkurin hevur lagt fram á tingi sigur, at tað skal vera bannað at revsa børn likamliga. Vit hava sett sálarfrøðinginum í barnaverndini hjá Tórshavnar Býráð, Sigrun Samuelsen, stevnu og sett henni nakrar spurningar hesum viðvíkjandi.
? Tað vísir seg, at revsa børn likamliga hevur ikki ta ávirkan ein vil tað skal hava. Foreldur brúka tað, tí tey halda, at tað hjálpir og at børnini verða betur at hava við at gera og fara at akta betur. Og tað hjálpir ta løtuna, men í longdini riggar tað ikki, tí tað fær ikki børnini at hugsa seg betur um, sigur Sigrun Samuelsen.
Hon sigur eisini, at børn, sum verða likamliga revsað, verða eyðmýkt.
? Tá eitt foreldur, sum bæði er størri og sterkari kropsliga og sálarlig, brúkar makt yvirfyri barninum, virkar hetta sálarliga niðurbrótandi. Barnið missir virðingina og álitið á foreldrunum.

Vreiði

At likamliga revsa børn skapar eina fjarstøðu millum barn og foreldur.
? Børn, sum eru von við likamliga revsing uppbyggja eina vreiði. Tey halda fyri tað fyrsta, at tað er í lagi at brúka harðskap fyri at fáa sín vilja. Eg giti ikki, at foreldur brýggja seg um, at børn brúka harðskap at loysa eina trongstøðu, og hví skulu tey so gera tað?, sigur Sigrun Samuelsen.
Vreiðin, sum børnini fáa ígjøgnum revsingina, kemur til sjóndar aftur í kynsbúningini.
? Likamliga revsingin oyðileggur sambandið millum børn og foreldur og vreiðin kemur fram aftur í kynsbúningini. Tá er tað at virðingin skal standa sína roynd, og tá er tað týdningarmikið, at hava eitt samband við barnið, har tosað hevur verið um trupulleikarnar.
At børn verða likamliga revsað, síggja tey so sjálvi sum ein hátt at fáa sín vilja ígjøgnum. Tá tey kenna seg maktarsleys, so brúka tey harðskapin, tí tey vita ikki, hvat annað tey skulu gera.
? Tey, sum eru revsað likamliga sum børn, føra tað ofta víðari í síni egnu uppaling. Hjá teimum koma hendurnar ofta at sita eitt sindur lættari.
Sigrun Samuelsen sigur, at foreldur leggja tó ikki ætlanir um at sláa børnini. Tað er nakað tey gera, tí tey eru ørkymlað, maktarleys og ill, og tí koma tey til at sláa.
? Tað eru eisini fleiri, sum halda, at tú kanst gott sláa títt barn uttan at vera illur. Men tey, sum hava so mikið tamarhald á sær sjálvum, at tey ikki eru ill tá tey sláa, teimum nýtist ofta als ikki at sláa. Tað er meira ideologiin í tí fyri tey.
Hinvegin, so skammast tey, sum sláa av tí.

Hugburður broyttur

Sálarfrøðingurin heldur, at hugburðurin til børn er broyttur ígjøgnum tíðirnar. Nú verða børn uppfatað sum menniskju, ið vit eiga at vísa virðing fyri.
? Teimum foreldrum, sum sláa, eiga vit at hjálpa teimum at broyta hugburð. Tosa við barnið og vís teimum uppá aðrar mátar, at tú meinar tað, tú sigur. Tað skal eisini verða vekt aftanfyri tíni orð, so um tú slær, so missa orðini sín týdning. Børn flest eru til at tosa við. Um tú so ert líka við at sláa, so er tað betri at fara út ? í eitt annað rúm, greiðir Sigrun frá.
At sláa børn er ikki nakað foreldur reypa sær av. Heldur tvørturímóti. Sigrun sigur, at í sínum arbeiði hevur hon ofta ringt við at fáa foreldur at viðganga, at tey sláa síni børn. Men nøkur gera tað.
? Tey vita væl, at tað er skeivt og ósunt fyri barnið, og tey uppdaga eisini, at tað hjálpir ikki í longdini. Men hetta er nakað tey gera, tí tey vita ikki, hvat annað tey skulu gera.
Tá børn gerast trupul, so kann likamliga revsingin væl vera ein partur av trupulleikunum, tey hava.
? Hetta skal tó ikki skiljast sum foreldur ikki skulu seta krøv til síni børn og vísa teimum autoritet. Tí tað skulu tey jú, sigur Sigrun. Hon heldur, at tað er fínt, at hetta evnið er komið fram á tingið, tí øll londini rundanum okkum hava jú hesa lógina.
? Vit skulu tó ikki vænta, at lógarbroytingin fer at broyta uppalingarmynstrið. Men tað er signalið vit senda út, at vit góðtaka tað ikki, sum hevur nakað at siga. Tú kanst ikki brúka harðskap yvirfyri øðrum børnum ella vaksnum, so hví skalt tú hava loyvi til tað yvirfyri tínum egnu, spyr Sigrun Samuelsen, sálarfrøðingur hjá barnaverndini í Tórshavnar Býráð, at enda.