Mánadagin komu tveir troyttir sjómenn aftur av skipi, báðir nesmenn, skilmenn, grannar og javngamlir. Báðir høvdu teir verið til fiskiskap í norskum sjógvi, tó við hvør sínum skipi.
- Teir vóru likamliga troyttir av at arbeiða fisk. Teir vóru tó ikki troyttir av fiski, soleiðis at skilja, at teir ikki tíma ella orka tað meira. Men, teir vóru likamliga troyttir av nógva fiskaarbeiðnum seinastu vikurnar.
Á Facebook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini verður sagt, at Tormóð Nesá er komin úr Noregi, har hann siglir við norska línuskipinum Nesbakk.
- Teir høvdu verið við gørnum eftir upsa og høvdu 420 tons av avhøvdaðum upsa og nakað av hjáveiði av longu. Túrurin hevði vart í ein mánaða. Teir noyddust inn á túrinum, og tá landaðu teir 100 tons.
Lagt verður aftrat, at Hans Olav E. Hansen kom aftur við Enniberg, sum hevði 803 tons av flaki og hevði verið burtur í sjey vikur. Meginparturin av veiðini var toskur og so nakað av hýsu og upsa.
- Hóast troyttir av túrunum, vóru teir fegnir og takksamir, tá sjómanstrúboðarin hitti teir á bíbliutímanum mikukvøldið í missiónshúsinum á Toftum, sigur sjómanstrúboðarin, sum her hitti báðar sjómenninar.