Liktinstein hevur sjey útisetar

Fótbóltslandsliðið: Men mótstøðuliðið hjá føroyska landsliðnum komandi mikukvøld verður ikki mannað við spælarum, sum dagliga spæla á serliga høgum støði

Týsdagin lættir føroyska landsliðið úr Vágum. Málið er Liktinstein, har altjóða skrásettur landsdystur verður mikukvøldið. Fyri einari góðari viku síðani høvdu vit nøvnini á teimum átjan spælarunum, sum Allan Simonsen hevur sent boð eftir, í blaðnum. Talan er um tíggju spælarar, sum fáa løn fyri at spæla fótbólt uttanfyri landoddarnar og átta, sum eru við í heimligu kappingini.

Í gjár varð upplýst á skrivstovuni hjá Fótbóltssambandinum, at eingin spælari hevði givið avboð. Tað hevur annars verið eitt sindur ivasamt, hvussu tað fór at vera við Óla Johannesen, sum fekk ein løst undir venjing í síðstu viku, men í gjár hevði Óli ikki givið avboð.

Um allir teir átjan, sum eru úttiknir, kunnu fara niður til Liktinstein í komandi viku, verður ikki greitt fyrrenn dagin undan fráferðini. Spælararnir í heimligu kappingini skulu spæla tríggjar dystir, áðrenn teir fara avstað. Teir skulu spæla í steypakappingini í morgin og leygardagin, og so skulu teir spæla í landskappingini 2. páskadag. Ein av heimligu landsliðsmonnunum, Rógvi Jacobsen í KÍ, skuldi har afturat spæla í steypakappingini í gjárkvøldið.

Donsku útisetarnir skulu spæla í superliguni bæði skírisdag og 2. páskadag, og í Noregi verður fyrsta umfarið í næstbestu deildini spælt 2. páskadag.


Ikki nógvar royndir

Venjarin hjá Liktinstein eitur Ralf Loose. Hann hevur kunngjørt nøvnini á teimum átjan spælarunum, sum komandi mikukvøld skulu vera við í landsdystinum móti Føroyum.

Sambært yvirlitinum eru sjey spælarar skrásettir í feløgum uttanfyri Liktinstein. Okkum kunnugt spæla hesir sjey millum lítið og einki í bestu deildunum í Sveis og Eysturríki. Undantakið er álopsmaðurin Mario Frick, sum umboðar sveisiska felagið FC Zürich. Tað er bara í hesum báðum grannalondum hjá Liktinstein, at landsliðsspælarar hjá Liktinstein, sum ikki spæla í heimligu kappingini, eru at finna.

Eitt av eyðkennunum fyri landsliðið hjá Liktinstein er, at spælararnir hava ikki spælt serliga nógvar landsdystir. Í hvussu so er ikki um sammett verður við føroysku spælararnar.

Í føroyska ferðalagnum hava tveir triðingar av spælarunum verið fleiri enn tjúgu ferðir í altjóða skrásettum landsdystum. Av teimum átjan spælarunum, sum hesa ferð eru valdir at umboða Liktinstein, eru tað bara fimm, sum hava spælt fleiri enn tjúgu landsdystir.

Helmingurin av teimum átjan føroysku spælarunum hava spælt fleiri enn tredivu landsdystir. Bara ein av spælarunum hjá Liktinstein hevur spælt fleiri enn tredivu landsdystir. Tað er tann 25 ára gamli verjuspælarin Daniel Hasler, sum saman við fimm liðfeløgum umboðar FC Vaduz. Daniel hevur spælt 31 landsdystir, og hann hevur skorað eitt landsliðsmál.


Finna sjáldan meskarnar

Merkisvert er tað, men tað er ikki óvæntað, at teir átjan spælararnir úr Liktinstein tilsaman bara hava skorað fimm landsliðsmál. Liktinstein skorar ikki mál í hvørjum dysti, og teir plaga heldur ikki at skora mál á hvørjum ári. Hesin veruleikin fer ivaleyst at bera við sær, at mótstøðumenninir hjá føroyska liðnum komandi mikukvøld fara at vera sera grammir, tí tað er ikki á hvørjum sinni, at teir hava eitt mótstøðulið, sum er styrkismett so tætt at teirra liði.

Átjan manna hópurin hjá Liktinstein sær soleiðis út: Málverjar: Peter Jehle, FC Schaan, og Martin Oehry, FC Rankweil Eysturríki.

Verjuspælarar: Fréderic Gigon, Lausanne Sveis, Daniel Hasler, FC Vaduz, Patrik Hefti, FC Vaduz, Jürgen Ospelt, FC Vaduz, Christof Ritter, FC Winterthur Sveis og Harry Zech, FC Balzers.

Miðvallarar: Herbert Bicker, FC Schaan, Ronny Büchel, FC Vaduz, Patrick Burgmeier, USV Eschen?Mauren, Martin Stocklasa, FC Zürich Sveis, Michael Stocklasa, FC Vaduz, Martin Telser, FC Vaduz og Albert Wohlwend, FC Roschach Eysturríki.

Álopsspælarar: Matthias Beck, FC St. Gallen Sveis, Thomas Beck, FC Vaduz og Mario Frick, FC Zürich Sveis.