Liljan og dreingirnir

Uppgávan sum tíð­inda­leiðari í public serv­ice stovn­inum Kring­varp Føroya er týdn­ing­ar­mik­il. Journ­a­listiski vakt­hund­urin skal verða eitt mót­spæl til makt­hav­ar­ar og stóru peningaligu á­hug­a­­mál­­ini í sam­fel­ag­num – ein trygd fyri, at vit hava eina fría pressu í Før­oyum – og tíð­inda­leið­ar­­in skal ganga und­an og goyggja harðast – vildu vit altso hild­ið.

Men tað var ikki nógv goyggj at hoyra í vikuni, tá ið tíð­ind­a­leið­ar­in var vert­ur í Morg­un­send­ing­ini hjá Útvarpinum, sum er at líkna saman við komm­­er­s­ielt poppradio. Í besta føri kunnu vit siga, at tað var ein vakt­hund­ur, sum lá á rygg­i­num og blídliga murraði til lurt­ar­arnar.

Tíð­indaleiðarin sat fyri opn­ari mikrofon og læs sms-boð frá lurt­ar­num, og tá ið hon var lið­­ug við tað, spældi hon ein góðan hjá dreingja­bólk­­­i­num One Dir­ec­tion. Sang­urin »Kiss You« er eitt av stóru hitt­u­num hjá pop­u­lera tann­ári­nga­bólk­i­­num. Og tað var líka við, at tann blíði vakt­­hund­­ur­in helt seg hava upp­­i­borið ein koss hend­­an morgunin – men hann skuldi kanska held­ur fing­ið eitt gúpp í aft­ur­partin.