Oddagrein
Støða Føroya til norðurlendska samstarvið hevur altíð verið eitt sindur tvíligt. Vit vilja vera við fult og heilt, men so vilja vit kortini ikki vera við sum fullgyldugur limur. Hetta stendst ivaleyst av, at Føroyar fyri at vera fullgyldigur limur helst skulu gerast suverenur statur og samstundis gjalda fullan limaskap. Sum kunnugt er støðan í dag tann, at vit bert eru við sum partur av danska ríkinum og fáa vit hartil stuðul frá Norðurlendska ráðharraráðnum til hendan okkara lutvísa limaskap. Hóast limaskapurin er lutvísur sambært galdandi skipan, hava tey sjálvstýrandi londini egna sendinevnd til eitt nú ráðsfundirnar.
Landsstýrið hevur enn einaferð sett hol á spurningin um føroyskan limaskap. Sum kunnugt gekst í fyrstu atløgu ikki væl við hesi roynd, tí Danmark legði seg tvørt fyri. Síðan kom Leynafundurin og hetta hevur so aftur leitt til onnur tiltøk, eitt nú, at málið er reist í formanskapi Norðurlandaráðsins. Formanskapurin hevur beint málið til samstarvsráðharrarnar og soleiðis koyrir hetta mál í ring. Tað fer tað eisini at halda fram við, til støðan er mýkt so nógv, at Norðurlendska ráðharraráðið og Norðurlandaráðið góðtaka eina ella aðra konstruktión, sum gevur okkum nakað, sum líkist fullum limaskapi, men sum bara eitur nakað annað. Ein annar møguleiki er sjálvandi, at Føroyar innan ávísa tíð eru vorðnar suverent land, og so loysir hesin spurningur seg av sær sjálvum. Tað má tó viðmerkjast, at útlitini fyri júst hesi loysn í løtuni ikki eru tey bjartastu.
Løgmaður legði á ársfundi Norðurlandaráðsins í Reykjavík stóran dent á hetta, at fleiri altjóða felagskapir loyva ikki suverenum londum fullan limaskap. Hann nevndi í hesum sambandi WTO. Hetta er sjálvandi eitt gott argument, um ein veruliga vil virka fyri fullum limaskapi uttan, at Føroyar fyrst gerast suverent land. Men hetta fer at taka drúgva tíð, hóast donsku umboðini á ráðsfundinum eftir, hvat vit skilja, vóru jalig til eina slíka loysn. Henda loysn fer at taka drúgva tíð, tí vit vita av royndum, at Noreg og Svøríki eru trek at gera slíkar loysnir, ið eita eitt, men sum í veruleikanum eru nakað annað. Ein kann sjálvsagt siga, at ruddiligast hevði verið, at vit tóku fullveldi og gjørdust heilt vanligur partur av norðurlendska húskinum. Men sum longu nevnt, er valla meiriluti í dag millum føroyingar fyri hesi politisku kós. Sostatt er lítið annað at gera enn at finna eina loysn, sum í roynd og veru gevur okkum fullan limaskap, men sum eitur - og so ikki at forgloyma - at rinda fult limagjald.