Føroyski X-Factor vinnarin Linda Andrews gevur út fløguna Singles Collection 2013.
Talan er um útgávu við 5 løgum, ið Linda Andrews hevur arbeitt við í 2013. Hon hevur sjálv skrivað fleiri av løgunum.
Á fløguni er ein akkustisk útgáva av lagnum Save Me, ið Linda gav út saman við svensku TFX fyrr í ár.
Á fløguni er eisini lagið Amazing, ið kemur út sum fyrsta stakfløgan av fløguni við tí afturlítandi navninum Singles Collection 2013.
Útgávan kemur út á fløgu, men kann eisini keypast á iTunes og hoyrast á Spotify.
Løgini eru á útgávuni eru:
1. Tears
2. Never gonna let you down
3. Amazing
4. Save me - akustisk version
5. Save me – TFX feat. Linda Andrews