Linda Andrews var av hyggjarunum send beinleiðis víðari til semifinaluna i X-Factor komandi fríggjadag Við einari framførslu, sum man verða ímillum tær bestu higartil, bleiv Linda Andrews av hyggjarunum send beinleiðis víðari til semifinaluna í X-Factor komandi fríggjadag.
Í vandabólkinum endaðu hesaferð Mohammed Ali og Lucas, og gjørdist tað Lucas, ið dómararnir valdu at senda út úr kappingini.
- Lucas, vit skulu gera eina fløga. Eg sendi teg heim, segði Blachman, ið eisini legði dent á, at báðir sangararnir vóru í topklassa.
Komandi fríggjadag verður X-Factor aftur á skránni, og verður tá talan um semifinaluna í kappingini.
Sunnudagin verður Linda Andrews í Føroyum, og vitjar hon á Rás2 kl. 15.00. Til ber eisini at hitta X-Factor stjørnuna í Miðlahúsinum hendan dagin.