Tá DQ, alias Peter Andersen sang seg víðari í altjóða finaluna í Eurovision kappingini vóru 2 føroyingar við honum á pallinum, Vígdis dansaði og Linda sang kór Linda Andrews, navnið ljóðar ikki føroyskt, men handan kunstnaranavnið goymir Linda Andreassen úr Havn seg. Linda er í Føroyum best kend av kristiliga tónleikapallinum m.a. av fløguni So gott at vita, og frá nógvum framførslum m.a. saman við Vanju og Lailu Carlsen. Síðan miðskeiðis í 90 árunum hevur Linda búleikast í Danmark. Hon hevur luttikið sum kórsangari á hópin av útgávum bæði í og uttanfyri Danmark. M.a. hevur hon sungið kór hjá heimskenda týska euro dance tónleikaranum Sash og danska poppfenomeninum Blå Øjne.
Leygarkvøldið var Linda ein av trimum kórsangarum hjá DQ.
- Har var ordiliga góður stemningur. Vit høvdu tað hugnaligt frá fyrsta degi. Í ár vóru øgiliga nógvir professionellir luttakarar í Grand Prixnum. Hetta gjørdi, at stemningurin var góður. Fólk vóru stuðlandi og ynsktu hvørjum øðrum alt gott, greiðir Linda frá í telefonini úr Danmark.
Linda kennir væl Peter Andersen. Tey hava áður arbeitt saman í Tina Turner hermibólkinum Turn on Tina, har orkubumban Peter Andersen í konufólkaklæðum fyllir út leiklutin sum Tina Turner
- Peter er ein fest! Tað er altíð stuttligt at syngja saman við honum. Tí vildi eg fegin syngja við í Grand Prixnum, tá hann bað meg, greiðir Linda frá.
Nú gongur leiðin til Finlands, og hetta gleðir hon seg til.
- Ja, Finland er kanska ikki so eksotiskt, sum man kundi hugsað sær, men nú taka vit tað við eisini, flennir hon, tá vit tosa um framførsluna, ið væntandi væl yvir 100 milliónir hyggjarar fara at hyggja at.