Linda skal syngja Pink

Mohamed, Linda og ABC og teirra dómarar miðja sterkt ímóti at fáa teir ungu hyggjararnar, tá ið tey skulu dystast um sigurin og plátusáttmálan í tí stóru X-Factor finaluni Allir tríggir finalistar hava nevniliga lagt klassikararnar frá sær, og eru farnir eftir nýggjum løgum hjá eitt nú Katy Perry, Lady GaGa og Pink.

 

Linda skal framføra lagið hjá Pink ?What?, ið er av hennara 5. fløgu ?Funhouse?.

 

Mohammed skal framføra lagið hjá Katy Perry ?Hot N Cold?, og hetta lagið blandar hann saman við lagnum hjá Daniel Bedingfield ?If You?re Not The One? frá 2002.

 

ABC hevur eisini ætlanir um at blanda tvey ymisk løg saman til finaluumfarið. Tað er nevniliga lagið hjá Elton John ?Circel of Life? og ?Just Dance? hjá Lady GaGa.

 

 

Søren Rasted stendur handan vinnarasangin

 

Í seinna partinum av finalushownum skulu finalistarnir framføra tað lagið, ið verður fyrsta lagið, ið vinnarin kemur at geva út á fløgu. Lagið er skrivað av Søren Rasted, ið er ein av størstu sangskrivarunum í Danmark.

 

Take That

Teir tríggir finalistarnir eru ikki einsamallir á pallinum.

 

Tann víðagitni dreingjabólkurin Take That luttaka sum gestastjørnur. Teir framføra tvey løg, og verða tað ?Patience? og ?The Garden?