Í dag liggur ein streymar av kaldari luft og ælaveðri yvir Føroyum. Í morgin førkar eitt lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi seg í ein landnyrðing og tey tilhoyrandi brúgvaløgini við regni og vindi fara framvið Føroyum. Mánadagin kemur aftur ein streymur av kaldari luft og ælaveðri inn yvir Føroyar av vestri. Í komandi viku verður sum frá líður mildari veður.
Í dag
Lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 m/s, sum seinnapartin øtlar í andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og okkurt æl. Hitin millum 5 og 8 stig. Í nátt makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av vestri, 6 til 10 m/s. Framvegis yvirhøvur skýggjað og okkurt ælið og hitin millum 2 og 5 stig.
Í morgin
Hann lækkar vindin í ein útsynning og sunnan og øtlar út á dagin í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Um náttina øtlar hann aftur vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Fyrrapartin yvirhøvur turt og sólglottar, men seinnapartin meiri skýggjað og um kvøldið fer at regna. Út á náttina slítur í aftur. Hitin um 8 stig.
Mánadagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, sum um kvøldið hækkar í ein vestan og útsynning. Onkrar harðar hvirlur verða eisini. Skýggjað og regn av og á, út á dagin meiri støðugt regn, men um náttina fer at klára í, tó framvegis ælaveður. Hitin um dagin um 9 stig, um náttina millum 1 og 4 stig.
Týsdagin
Hann øtlar vindin í hvassan vind ella skrið av vestri og útsynningi, 15 til 20 m/s, eitt skifti stormur, 23 m/s, við hørðum hvirlum. Um náttina hækkar hann í ein útnyrðing og makar niður í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, í støðum heglingur. Hitin um 5 stig.
Mikudagin
Stívt andøvsugl upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum frá líður makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, og hann lækkar niður í vestan og útsynning. Fyrrapartin okkurt ælið, annars turt og sólglottar, men um náttina skýggjað og sum frá líður regn. Hitin millum 5 og 8 stig, um náttina niður í 3 stig í støðum.
Hósdagin
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, um 13 m/s. Fyrst regn, seinni klárar í, tó okkurt ælið. Hitin um 8 stig.