Línuskip fiska á ymiskum leiðum

Væntandi landa tvey av línuskipunum, sum fiska undir Føroyum, í morgin.

 

Fýra línuskip eru til fiskiskap undir Íslandi. Tvey skip frysta veiðina umborð, og tvey eru á ísfiskaveiði.

 

Fiskamarknaður Føroya væntar ikki, at hesi skipini koma inn at landa í vikuni sum kemur.

 

- Enn línuskip fiskar longu og hýsu Rockall og landar væntandi í endanum av vikuni.  Haraftrat eru trý línuskip undir Føroyum.

 

Fiskamarknaður Føroya sigur, at skipini, sum fiska undir Føroyum, fáa mest av longu, brosmu og nakað av hýsu.

 

- Vit vænta, at tvey av skipunum, sum royna undir Føroyum, landa mánadagin, og hitt triðja kemur helst seinni í vikuni, sigur marknaður.