Árini 1964 til 1979 skoraði týska legendan, Gerd Müller 398 mál fyri Bayern München. 33 av hesum málunum vóru skotin í næstbestu týsku deildini. Gerd Müller skoraði 365 mál fyri Bayern München í bestu týsku deildini, sum er heimsmet fyri at skora flest mál fyri sama lið í einum av teimum fimm bestu fótbóltsdeildunum í Evropa.
Tá sipað verður til fimm tær bestu deildirnar í Evropa er talan um ensku, týsku, sponsku, italsku og fronsku deildirnar.
Ígjár javnaði Lionel Messi metið hjá Gerd Müller at skora flest mál fyri sama lið í einum av teimum fimm sterkastu fótbóltsdeildunum í Evropa.
Tá Lionel Messi skoraði til 1-0, tá Barcelona ígjár vann 3-0 á Levante javnaði argentinski stjørnuáleyparin metið hjá Gerd Müller. Lionel Messi hevur nú skotið 365 mál fyri FC Barcelona í La Liga, og tá hann innan stutta tíð skorar sítt næsta mál fyri Barcelona hevur hann einsamallur metið.
Dagurin var serligur fyri Lionel Messi á annan hátt ígjár. Dysturin ímóti Levante var ligadystur nummar 400 hjá Lionel Messi fyri FC Barcelona.