Lionel Messi til USA

Tað tykist fyri vist, at Lionel Messi skiftir til Inter Miami

Tað tykist fyri vist, at Lionel Messi skiftir til Inter Miami. Tað skrivar millum annað BBC, Marca og Fabrizio Romano. Søgan sigur, at 35 ára gamli heimsmeistarin nú hevur valt at skifta til felagið hjá David Beckham, Inter Miami.

 

Søgan hevur annars sent Lionel Messi til bæði FC Barcelona til ein seinasta dans, og til oljupengarnar í Saudi Arabia, har Cristiano Ronaldo og nú eisini Karim Benzema spæla.

 

BBC skrivar, at Lionel Messi hevði eina vón um at spæla eitt kappingarár afturat í Evropa, men at rætta tilboðið ongantíð kom. Stóri dreymurin var at koma aftur til FC Barcelona í eitt kappingarár, men tað er snøgt sagt einki skil á fíggjarstøðuni í felagnum.

 

Tí vildi legan hjá Lionel Messi ikki bíða eftir FC Barcelona, har Lionel Messi hevur spælt øll árini fram til 2021. Hann hevur seinastu tvey árini spælt við Paris Saint Germain.