Ein av talarunum á stevnuni verður amerikanska Lisa Bevere, altjóða talari og rithøvundur, sum hevur ein serligan hátt at leggja sín boðskap fram á ein kraftmiklan og humoristiskan hátt. Lisa býr í Colorado Springs saman við manni sínum John Bevere, ið er kendur prædikumaður. Tey hava eisini sítt egna sjónvarpsprogramm, The Messenger, sum verður víst í meira enn 200 londum kring um í heiminum.
Felagsskapurin JesusKvinner bleiv stovnaður í 2003 av norsku Anne Christiansen. Saman við manninum Stephan Christiansen hevur hon verið við til at stovna felagsskapirnar Jesus Revolution og Jesus Church Oslo. Anne Christiansen verður ein av talarunum á stevnuni.
Høvið verður eisini hjá føroyskum kvinnum at luttaka á stevnuni, siga Halldóra Krett Johansen og Anna av Rana, sum, um nóg nógv tekna seg, fyrireika eina flogferð beinleiðis úr Vágum til Gardemoen í Norra fríggjadagin 28. mai og heim aftur sunnudagin 30. mai. Áhuga kunnu venda sær til fyrireikararnar á tel. 317698 ella 562332.