Í kvøld kemur grammyvinnandi svenska songkvinnan, Lisa Ekdahl, til
Føroya við bólki.
Lisa bleiv kend í Svøríki og norðurlondum tá hon fekk eitt risa-hitt
við lagnum Vem Vet av fyrstu fløguni í 1994. Hon megnaði at selja fýra
ferðir platin og fáa tríggar svenskar Grammy heiðurslønir tað árið.
Lisa hevur higartil givið tilsamans 10 útgávur út. Flestu á svenskum,
men onkrar á enskum máli.
Lisa Ekdahl hevur vitjað í Føroyum eina ferð fyrr í samband við G!
Festival í 2004.
Lisa Ekdahl fer á pall tvær ferðir í vikuskiftinum - fyrruferð
leygarkvøldið í Norðurlandahúsinum, seinnu ferð í nýggja
mentanarhúsinum í Runavík, Løkshøll, Sunnukvøldið.
Enn eru atgongumerki eftir til báðar konsertirnar, hesi fáast á NLH.FO
og á kunningarstovunum.
Tað er Tyril Music við Jón Tyril sum saman við Norðurlandahúsinum
stendur fyri føroyavitjanini hjá Lisu Ekdahl