Lisa Marie Presley skal jarðast í Graceland

Einkardóttir Elvis skal jarðast í heimi hansara í Memphis, Graceland. Hon skal liggja undir liðin á soni sínum

 

Fjepparar heiðaru og løgdu blómur við Graceland í gjár, eftir boðini um, at Lisa Marie Presley var deyð. Hon skal jarðast í Graceland. - Foto: Karen Pulfer Focht/Reuters

Lisa Marie Presley, dóttir Elvis Presley, sum doyði hósdagin, skal jarðast í Graceland, sum var heimið hjá Elvis Presley í statinum Tennessee.

Tað upplýsir umboð fyri dóttir Lisu Mariu, Riley Keough.

Lisa Maria Presley doyði hósdagin 54 ára gomul, tá hon í skundi var innløgd á sjúkrahús í Los Angeles, eftir at hon eftir øllum at døma hevði havt ein hjartatilburð í heimi sínum.

– Síðsti hvíldarstaður Lisu Mariu verður í Graceland, undir liðini á elskaða soni hennara, Ben, sigur umboðið hjá 33 ára gomlu dóttir hennara.

Umframt 33 ára gomlu dóttir sína sita eftir hana tvíburarnir Finley og Harper, sum eru 14 ár.

Sonur Lisu Mariu Presley, Benjamin Koeugh, doyði 2020 sum 27 ára gamal. Ein rættarlækni úr Los Angeles kom til ta niðurstøðu, at hann doyði fyri egnari hond.

Tveir dagar áðrenn hon doyði hósdagin, var Lisa Maria Presley til virðislønarhandanina Golden Globes.

Har fekk sjónleikarin Austin Butler virðislønina sum besti sjónleikari fyri at spæl Elvis í filminum um Elvis Presley.

– Hjarta mítt er fullkomiliga í knúsi vegna Riley, Finley, Harper og Priscilla um syndarliga og óvæntaða missin av Lisu Mariu, segði Butler í boðum í gjár.

– Eg eri æviga takksamur fyri tíðina, eg var nóg heppin til at vera nærindis skínandi ljósi hennara og fara altíð at minnast løturnar, vit høvdu. Hita hennara, kærleika hennara og veruleika hennara fari eg altíð at minnast.

Sum einasta dóttir og barn hjá Elvis Presley átti Lisa Maria Presley stóra bústaðin Graceland, sum gjørdist eitt vælumtókt mál hjá ferðandi í býnum.

Hon var níggju ára gomul, tá Elvis í 1977 doyði av hjartatilburði sum 42 ára gamal.

Elvis og onnur í familjuni eru eisini grivin í Graceland.

/ritzau/Reuters

 

Fjepparar heiðaru og løgdu blómur við Graceland í gjár, eftir boðini um, at Lisa Marie Presley var deyð. Hon skal jarðast í Graceland. - Foto: Karen Pulfer Focht/Reuters