List í almenna rúminum

Millum Kongaminnið og Kitsch er heitið á einum seminari, sum verður í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 29. apríl. Evnið er list í almenna rúminum. Tey seinastu 20 árini er nógv list sett upp í almenna rúminum í Føroyum. Tað eru lutvíst einstaklingar, men serliga kommunur, sum hava tikið stig til hetta.

- Almennar byggiverkætlanir hava í stóran mun fastlagdar arbeiðsmannagongdir. Er hetta eisini galdandi fyri listaverkætlanir á almenna økinum? Og finst ein yvirskipað tilvitan um, hvørja funktión list í almenna rúminum kann hava?

Landsverk sigur á síni heimasíðu, at hetta eru spurningar, sum verða viðgjørdir undir seminarinum.

Millum fyrilestrahaldararnar verður danin, Morten Stræde, ið er listarmaður og professari á Det Kongelige Danske Kunstakademi. Hann hevur gjørt eina røð av listprýði í almenna rúminum. Eisini luttekur danin Lars Gemzøe, ið er seniorráðgevi og arkitektur hjá Gehl Architects. Hann er viðurkendur serfrøðingur á økinum til at meta um dygdina av býrarlívinum í almenna rúminum.

Landsverk upplýsir, at Gunnar Hoydal, fyrrverandi býararkitektur, Guðrið Poulsen og Ole Wich, myndlistafólk,, eisini fara at luttaka á seminarinum.

Helena Dam á Neystabø, mentamálaráðharri, Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu og Jógvan Arge, formaður í mentanarnevndini í Tórshavnar kommunu, verða eisini við.

Skipað verður eisini fyri bólkakjaki, har tilgongdin í sambandi við listprýði verður tikin upp til viðgerðar.

Tað eru Norðurlandahúsið, Mentamálaráðið, Føroya Kommunufelag, Kommunusamskipan Føroya, Arkitektafelag Føroya, Føroysk Myndlistafólk, LISA og Landsverk, ið skipa fyri seminarinum.