List og mentan - ei bert til pynt!

Ilt man vera hjá mongum at fyrihalda seg til vallyftini, sum í løtuni fúka um oyruni. Áhugin fyri mentan og list verður avdustaður og lyfti gylt og heldur fagurlátin borin fram.

Ilt man vera hjá mongum at fyrihalda seg til vallyftini, sum í løtuni fúka um oyruni. Áhugin fyri mentan og list verður avdustaður og lyfti gylt og heldur fagurlátin borin fram.

Fari ikki her at lova listafólki gull og skreytir, men bara vísa á, at Tjóðveldi í stevnumiðum sínum hevur orðað  ein mentanarpolitikk, samtyktur á flokstingi í mai fjør, sum er stavnhaldið í politiska arbeiði okkara. Hesin stendur at lesa undir “Skapandi mentan og list” í stevnumiðunum, sum eru at finna á heimasíðu okkara tjodveldi.fo.

Ei er trupult at semjast um, at listin og mentanin í     sínum margliti, myndar okkum sum menniskju og samfelag. Og at kreativitetur er ein grundleggjandi framdráttarmegi hjá einstaklinginum, vinnuni og í samfelagnum. Men, vit ynskja, at politiska skipanin tekur mentan og list í størri álvara, setir framsøkin mál og vísir á fíggjarlógini, at talan er um meira enn føgur orð.

Fyri at taka ein nevna av málunum, vit hava sett okkum, so vil Tjóðveldi: At Mentanar- og listaráð Føroya verður sett á stovn, at umsita stuðulsjáttanir og ráðgeva politiska myndugleikanum. At styrkja mentanar- og listaútbúgvingar í skúlunum. At politisk semja verður gjørd um munandi styrking av játtan til týðing, film, nýhugsandi verkætlanir v.m. At listafólki verða tryggjað skipað starvs-, lønar- og ikki minst eftirlønarviðurskifti. At fastur partur av íløguni í almennar bygningar verður markað til list.

Og soleiðis hava vit orðað politisk mál fyri móðurmál og bókmentir, list, film, mentanarstovnar, tjóðleikhús, symfoniorkestur, musikkskúla, bókasøvn, náttúrugripa- og sjósavn og so frameftir.
Fari at heita á øll við áhuga, um at lesa hesi stevnumið, og ikki minst – at halda okkum fast í lyftum okkara, eisini tá litfagrar plakatir hanga í einsamallum heftiklemmum, og atkvøðurnar allar eru taldar. Gott mentaval, øll somul!

Bjørt Samuelsen
Tjóðveldi