List skal avspegla samfelagið

Í næstu viku byrjar leikurin »Einki orð« á Tjóðpallinum, sum nýstovnaði norðurlendski leikbólkurin, InTime Theatre, setur upp.

Í næstu viku byrjar leikurin »Einki orð« á Tjóðpallinum, sum nýstovnaði norðurlendski leikbólkurin, InTime Theatre, setur upp.

Aftan fyri nýggja leikbólkin standa Sóley Danielsen og Jenný Lára Arnórsdóttir úr Íslandi. Tær hittu hvørja aðra á dramaskúla í London, har tær báðar hava tikið útbúgving sum sjónleikari og leikstjóri, og nøkur ár eftir loknan lestur hava tær nú avgjørt at stovna ein leikbólk.

Sóley eigur hugskotið til leikbólkin.

 

- Eg vildi stovna ein leikbólk, har vit seta leikir upp, ið snúgva seg um mannalagnir. Vit fara ikki at seta upp leikir við stórum uppsetingum. Vit vilja gera leikir um menniskju, sigur Sóley Danielsen.

 

InTime Theatre er ein norðurlendskur leikbólkur, og tað merkir at Sóley og Jenný Lára fyrst og fremst vilja seta leikir upp í Føroyum, Íslandi og Grønlandi saman við listafólkum frá teimum londunum.

 

Men tær ætla eisini at leikirnir skulu vísast aðrastaðni, og eru tí í holt við at leggja til rættis eina sjónleikaferð við »Einki orð«. Samtíðarleikir   Tær valdu navnið InTime Theatre, tí tað kann hava fleiri merkingar.

 

- Vit kundu valt eitt norðurlendskt navn, eftirsum vit eru ein norðurlendskur leikbólkur, men vit vildu hava okkurt, sum er lætt hjá øllum at siga og skilja, so vit kunnu hava tað við á sjónleikaferð, sigur Jenný Lára.

 

- Navnið kann merkja »við tíðini«, men eisini “samtíðin”, og tað hildu vit vera hóskandi fyri okkum, sigur Jenný Lára.

 

- So riggar tað eisini væl til okkara málsetning um at seta leikir upp, ið snúgva seg um samfelagsaktuell evni. List skal altíð avspegla samfelagið og tað, sum flytir seg í samfelagnum, leggur Sóley afturat.

 

Samkyndleiki og islam

Fyrsti leikurin, tær seta upp, eitur sum sagt »Einki orð« og snýr seg um eina muslimska gentu, sum er samkynd. Wendy Graf hevur skrivað upprunaleikritið »No Word in Guyanese for M«”, sum Jákup Bernhard Brim hevur umsett til føroyskt.  

 

Hví valdu tær júst henda leikin?

 

- Evnini trúgv og samkyndleiki eru bæði sera aktuell. Islam hevur verið fyri nógvum ágangi síðan yvirgangsatsóknina 11. septembur 2001. Men veruleikin er, at allarflestu muslimar eru púra vanlig fólk. Tað vildu vit varpa ljós á, sigur Sóley.

 

- Og vit føroyingar vita kanska betur enn onnur fólkasløg, hvussu torført tað kann vera at sameina trúgv og samkyndleika, og tí er hesin leikurin eisini serliga viðkomandi fyri føroyingar. Tað var tí, vit valdu hann, sigur hon.  

 

»Einki orð« hevur frumsýning 31.10. á Tjóðpallinum. 

 

Myndin: Sóley og Jenný Lára til venjing á Tjóðpallinum