Leygardagin verður ein spennandi dagur í Leikalund, tá Helgi Midjord úr Fuglafirði hevur forvitnisliga listaframsýning.
Sjálvur er Helgi tónleikari, og fer hann umframt at sýna fram oljumálningar, at framføra nøkur løg saman við bróðurdóttir síni, Nikolinu Midjord. Eisini fer Eskil Romme (Sax) saman Kristian Blak (Klaver) at spæla nøkur løg.
Áhugavert verður somuleiðis at uppliva danska singer/songwriter Nicolai Funch, sum er í hesum døgum í Føroyum og skrivar løg saman við eitt nú Lenu Andersen og Høgna Lisberg.
Altíð málað
Helgi Midjord varð føddur 31. maj 1965, og hevur teknað so langt aftur hann kann
minnast. Hann sýndi fram fyrstu ferð fyri 20 árum síðani.
Myndir hjá Helga hanga í
Íslandi, Norra, Svøríki, Danmark, Týsklandi og Føroyum.
Helgi spælir og ger egnan
tónleik, og var á tónleikaskúla í Svøríki í 2001. Hann hevur eitt nú spælt á
G-festivalinum.
Umframt at spæla og mála hevur hann eisini gjørt høggmyndir. Á hesi framsýningini fer hann kortini bert at sýna fram oljumálningar.
Ferniseringin og konsertin verða leygardagin kl. 16 og er framsýningin opin til mikudagin 30. august.