Hildigunn Tausenn byrjaði at mála fyrst í 2000. Tá hon fór undir eina 4 ára útbúgving sum psykoterapeut, har listaterapi var ein av útbúgvingargreinunum, lærdi hon dirvi at opna, sleppa og finna seg sjálva, og hevur hon latið tað innara koma fram í skapandi myndum. Gongd kom á og hon var seld til listina.
Hildigunn hevur tey seinastu 13 árini búð í Danmark, men setti føtur aftur í Føroyum fyri gott tveimum árum síðani. Árini í Danmark hevur hon leita sær íblástur frá kendum listamálarum, umframt at hon hevur verið við í tveimum gallaríum á Fyn.
Tað hava eisini verið stundir til framsýningar á fyritøkum, stovnum og kirkjum. Afturkomin til Føroyar, hevur hon haft fleiri listaframsýningar á arbeiðsplássum og matstovum, og skal tann 22. september útstilla í Smiðjuni í Lítluvík, fyri sjeyndu ferð.
Hildigunn nýtir akrylmáling, ofta við spartli. Málningarnir eru sprotnir útfrá gereindisdegnum, hugflogi og kenslum í løtuni.
Endamálið við málningunum er at geva hyggjaranum eina góða kenslu og uppliving, við rúm fyri hugsan og at finna nýggj motivur í málningunum, jú meira ein eygleiður.
Við á framsýningini eru eisini ymiskir kvinnu málningar, við heitinum “Eg seti mín hatt sum eg vil” og hennara vælumtóktu fuglar.
Hildigunn býr, hevur atelier og eitt lítið gallarí á Signabø.
##med2##