Listaframsýning við Jacob Fuglø í Ribarhús

Frá 2.august  verður framsýning í Ribarhús í Fuglafirði við Jacob Fuglø, Hvalvík.

 

Jacob hevur havt fleiri framsýningar í Julianehåb (Qaqortoq) í Grønlandi. Tann fyrsta var í 1968, og síðani tá hevur hann havt fleiri framsýningar bæði í Danmark og Føroyum.

 

Á framsýningini vera bæði náttúru og abstrakt motivir.

 

Framsýningin, ið hongur uppi til 23. august, kann vitjast, tá Ribarhús er opið.