Men mentan og list er trupul at seta í bás og at seta á eina fasta tímatalvu í skúlunum. Seinastu árini hava vit í Mentamálaráðið saman við kommununum og Norðurlandahúsinum roynt eina skipan, sum vit kalla fyri “ Listaleypin”.
Listaleypurin nú fastur táttur í fólkaskúlanum
Henda skipan gongur út upp á, at listafólk og mentafólk søkja um at fara út á skúlarnar við einum ávísum tiltaki. Tað kann vera tónleikur, sjónleikur, dansur, leirlist, myndlist, ritverk ella okkurt annað. Og so langt sum játtanin røkkur, verður so ein skrá løgd fyri árið.
Skúlarnir søkja síðani sambært skránni um tað listaátak, sum tey ynskja sær. Á henda hátt fáa okkara mætastu listafólk høvi at virka á sínum øki, og skúlin og næmingarnir fáa eina uppliving og eina avbjóðing at arbeiða víðari við.
Nú er semja fingin í lag við kommunurnar um, at gera “Listaleypin” til fastan tátt í fólkaskúlanum.
Listaleypur fyri tey eldru
Eg haldi, at vit áttu at ment eina líknandi skipan fyri tey eldru. At listafólk á sama hátt kundu lagt eina skrá fyri ellis-og røktarheim, dagtilhald og sambýlir ella onnur støð, har tey eldru koma saman. Eg ivist onga løtu í, at ein tílík skipan hevði skapað sínámillum íblástur.
List er avbjóðandi og revsandi og fram um alt kreativ og skapandi. Týdningarmiklir førleikar hjá okkum øllum at menna.