Í lesarabrævi her í blaðnum seinasta vikuskifti sáar blaðmaðurin og rithøvundurin Justinus Eidesgaard iva um rættvísið í mátanum, Mentanargrunnur Landsins letur árligu starvslønirnar. Í brævinum vísir Justinus á, at meðan hann sjálvur hevur fingið noktandi svar uppá umsókn um starvsløn seks ferðir, hava tað í sama tíðarskeiði verið onnur, sum ferð eftir ferð fáa játtan um bæði longri og styttri starvslønir. Sambært Justinus Eidesgaard virkar grunnurin beinleiðis kappingaravlagandi og átti tí at verið avtikin.
Listarlig meting
Rói Paturson, formaður í nevndini fyri Mentanargrunn Landsins, vil ikki gera viðmerkingar til persónliga málið viðvíkjandi Justinus Eidesgaard, men ger greitt, at avgerðirnar hjá nevndini í Mentanargrunni Landsins í hesum málum fyrst og fremst byggja á eina listarliga meting av verkætlanini, søkt verður um starvsløn til.
- Okkara fremsta uppgáva er at gera eina meting av listarligu góðskuni á verkætlanini og út frá tí tora at taka eina avgerð. Vit verða neyvan nakrantíð samd um, hvat listarlig góðska er, men í okkara viðgerðum av umsóknum um starvsløn vigar tað listarliga skapandi ella nýskapandi rættiliga tungt, sigur Rói. Hann leggur afturat, at hvør einasta umsøkn verður neyvt viðgjørd, har nevndin síðani grundgevur positivt fyri, hvør eigur at verða latin stuðul, men ikki øvut fyri, hvør ikki eigur at fáa. Tað, at ein umsøkn ikki verður gingin á møti, merkir nevniliga ikki tað sama sum, at verkætlanin ikki hevur uppiborið stuðul. Í allarflestu førum merkir tað bara, at aðrar vórðu raðfestar hægri hesuferð, sigur Rói
Í lesarabrævinum fýlist Justinus Eidesgaard á, at hann ongantíð hevur fingið eina grundgeving fyri, hví hansara umsøknir ikki verða gingnar á møti. Sambært Róa er tað ikki vanlig mannagongd hjá stovnum, sum hesum, at fara inn í eitt kjak við umsøkjaran um innihaldið í verkætlanini, um tað er tað, Justinus Eidesgaard eftirlýsir.
- Øll noktandi svar fáa eina grundeving, har vit ásanna, at nevndin hevði nógvar góðar umsøknir at velja ímillum, men at verandi játtan ger tað neyðugt at raðfesta, og at umsóknin tískil ikki hesuferð verður gingin á møti.
- Vit kunnu illa orða tað øðrvísi, tí hatta er sannleikin, sigur Rói, men leggur afturat, at allir umsøkjarar hava høvi at biðja um eina gjøllari frágreiðing frá nevndini, og fáa tað tá eisini.
Taka ikki sosial atlit
Rói ásannar, at tað er keðiligt, tá somu fólk ferð eftir ferð fáa noktandi svar, men vísir á, at hetta er nakað, nevndin hevur valt ikki at taka atlit til, tá ein nýggj umsøknarrunda byrjar.
- Vit hava valt at byrja á berum, hvørja ferð nýggju umsóknirnar skulu viðgerðast. Tað kann vera, at onkur heldur hetta vera órímiligt, men hinvegin er tað heldur ikki rímiligt, at ein nýggj umsøkn skal hava verri møguleikar, tí atlit skulu takast til, hvør eigur tørn, heldur Rói.
- Tað hendir jú so nógv nýtt á hesum økinum allatíðina, og sjálvandi skal tað eisini sleppa við og hava ein líka góðan kjans, sigur Rói
Spurdur, um tað ikki hevði verið hóskandi at tryggja eitt javnari býti av starvslønum, sigur Rói, at uppgávan hjá nevndini ikki er at vera sosialt rættvís ella menniskjalig. Tí kann hann heldur ikki fyrihalda seg til páhaldið hjá Justinus Eidesgaard um, at mátin, nevndin býtir út starvslønir, fær kappingaravlagandi fylgir fyri listafólk.
- At føra eitt hugtak sum kappingarføri inn í hetta kjakið er ein retorisk finessa, sum ikki hoyrir heima í hesum høpi. Var tað okkara uppgáva at vera sosialt rættvís ella leggja upp fyri kappingarførinum hjá tí einstaka umsøkjaranur, kundu vit bara tikið játtanina og dividera hana við talið á umsóknum, so øll fingu líka nógv hvørja ferð. So var hetta bara ein avgreiðsluspurningur, har tað ikki var neyðugt við eini nevnd, sum situr og viðger og metir út frá nøkrum listarligum og skapandi treytum, sigur Rói.