Í 1968 varð verkið Salvator Mundi selt fyri 400 dollarar, og tíðliga í hesi øldini varð verkið selt fyri 10.000 dolarar til ein russiskan ríkmann og listasavnara.
Síðani er verkið eftir Leonardo da Vinci handlað víðari, og tá ið verkið kom á uppboðssølu há Christies í New York í vikuni, varð tað selt fyri 450,3 milliónir dollarar. Tað svarar til umleið 2,8 milliardir krónur. Hetta er dýrasta søla av listaverki í søguni.
Tað var privatur keypari, sum fór við Salvator Mundi, og sambært sølustjóra hjá Bruun-Rasmussen eru rík fólk í Russlandi og Kina við til at trýsta prísirnar í topp.
– Listasøvn megna ikki at kappast við ríkar listasavnarar, og tað er ein trupulleiki. Verkini enda á vegginum í privatum heimum, har sera fá fólk síggja tey. Vit vilja heldur, at verk av hesum slagi koma á søvn, har tann støra fjøldin kann fáa gleði av teimum, men listasøvn hava ongan kjans at kappast um prísin, sigur Kasper Nielsen, við Jyllands-Posten.
Stjórin á listasavninum Arken heldur, at tað kan verða kinesiskur savnari, sum keypt verkið eftir Leonardo da Vinci, men tað kann eisini verða Qatar, sum hevur keypt verkið til eitt nýtt savn har.