Um tú sum ungt myndlistafólk manglar eitt stað í Havn at spíla teg kreativt út við tínari list, er einki beinleiðis tilboð til tín. Tað stendur annars í samgonguskjalinum hjá Tórshavnar býráð fyri 2017-2020, at ætlanin er at útvega eitt nýtt listahús, har listafólk kunnu fáa frið at skapa í kveikjandi umhvørvi. Men nú vit skjótt skriva 2020, er enn einki tílíkt listahús sett á stovn.
Ætlanirnar um betri karmar til myndlistafólk í Havn eru tó ikki sleptar. Býráðið fer nevniliga at innrætta eina av tveimum hallum í Finsen til listarligt virksemi, har listafólk kunnu halda til í framtíðini.
- Vit ætla at brúka høllina til eitt nýtt eksperiment, har vit bjóða listafólkum at brúka høllina sum atelier. Tað er nevniliga serliga ætlað til ung listafólk, sum ikki eru so roynd enn. Vit hugsa at seta nakrar hálvveggir upp, so tey kunnu hava ein kliva í part í einum kreativum og rokaligum umhvørvi, samstundis sum tey fáa frið at skapa í góðum umstøðum, sigur Gunvør Balle við Sosialin í dag.
Umframt stóru høllina eru eisini tvey hjárúm við síðuna av, sum kunnu brúkast til sama endamál, og eitt rúm í kjallaranum skal eisini brúkast.
- Uppá tann mátan verður Finsen ein lítil depil til bæði tónleik og myndlistaframsýningar í auluni, grafikk í kjallaranum og listaspírar í ovaru fimleikahøllini, sigur Gunvør Balle.
Ovara høllin skal nú umvælast, og tað verður miðað eftir at fáa hana lidna innan fyri heilt stutta tíð.