Listaverkini verða ikki einskild

Listaverkini hjá Føroya Banka verða ikki einskild saman við bankanum.

Mentamálaráðið og bankin hava avtalað, at listaverkini skulu varðveitast á føroyskum hondum, og at Mentamálaráðið skal keypa listaverkini, tá tey eru virðismett.

-Føroya Banki vil tryggja sær brúksrættin til tey um 900 listaverkini í eitt ávíst áramál, men hvussu leingi bankin skal hava ræðisrættin til verkini, er ikki avgreitt, sigur Petur Petersen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, við Útvarpið.

Føroya Banki hevur keypt føroyska list í nógv ár og eigur umleið 900 listaverk.