Listin, deyðin og hin spektleysi kærleikin

Carl Jóhan Jensen
·······


Eg taki tína hond í mína... (upprunaheiti: Ta Main Dans la Mienne)
Leikstjórn: Solveig Weinkouff
Leikarar: Marita Dalsgaard og Olaf Johannesen
Høvundur: Carol Rocamora
Týðing: Marita Dalsgaard
Staður: Gamla Meiarí. Tórsgøta.
Hóskvøld til sunnukvøld, kl. 20.00.


Í hesum døgum gongur Anton Chekhov í Havn.
Gongur aftur.
Í leikinum Eg taki tína hond í mína..., sum amerikanski høvundurin og týðarin Carol Rocamora hevur skrivað og Marita Dalsgaard og Olaf Johannesen framføra í hølunum hjá Tjóðpallinum í Tórsgøtu, ger hann eftir seg og kemur fram í ymsum líki. Hann er másin, ið birtist sum ein hamferð av sviki og fáfongdum ætlanum; ljósið, sum spøkir á í gørðum, har kirsuberjatrø blóma í tríggja stiga frosti; brotljóðið av dreymum í hjørtum, ið onga ongan glotta vita í myrkrið, sum heingir seg yvir tíðina og tríggjar systrar á bygd, fullar av burturhugi.
Jú, Anton Chekhov er við lít manaður fram á gamla Meiaríi. Megnarliga hamaður upp í hugan og styggir burtur skramblið av mjólkaspannum, ið stundum, tíverri, hevur verið undirritaða minnisverdari tey seinastu árini enn tað, sum fór fram á pallinum í hesum gamla ungdómsheimi mínum.
Eg taki tína hond í mína er um viðurskiftini millum Anton Chekhov og tað gitnu sjónleikarkvinnuna Olgu Knipper, ið saman við Stanislavski og Nemirovich-Danchenko o.ø. stovnaði Listleikhúsið í Moskva í 1890 árunum. Uppsetingarnar hjá hesum leikhúsi av leikverkum eftir Chekhov serliga, men eisini aðrar russiskar høvundar, eitt nú Aleksander Tolstoi, elvdu slíkar skjálvtar, at grundirnar fóru at rembast undir teirri hástílaðu og stirvnu leiklist, sum hevd var fyri í Russlandi tá á døgum. Tey bæði, Anton og Olga, hittust á fyrsta sinni í 1898, tvey ár eftir at hann av álvara fór sjúklast av tuberklum. Hóast tað javnt og samt dró saman teirra millum og tey giftust trý ár seinni, gjørdu umstøðurnar, at teimum untust upp á seg fá høvi at vera saman. Heilsan sendi hann í útlegd á Jalta, men leiklistin bant hana í Moskva.
Verkið hjá Carol Rocamora er í stuttum ein leikgerð av tí brævaskifti Chekhov hevði við Olgu Knipper tey seks árini, sum hann átti eftir ólivað, við ymsum vefti úr leikverkum, ið Listleikhúsið setti upp eftir hann í Moskva frá 1898 og fram til andlát hansara 2. juli 1904, íðuliga við henni í einum høvuðsleikluti, eitt nú Másanum, Trimum systrum og Kirsuberjagarðinum. Úr hesum tilfari eydnast Carol Rocamora at fáa eina samansetta mynd, ið við ljósum og myrkum brigdum lýsir viðurskiftini millum hesi bæði merkisverdu fólkini og hvussu listin og deyðin ísenn eru drivið og hin óumberligi bakslátturin kærleika teirra.
Sýningin hjá Maritu Dalsgaard og Olaf Johannesen, sum Solveig Weinkouff hevur leikstýrt, er, uttan at siga øðrum nakað upp á baki, ein av teimum heilt sjáldsomu løtunum í føroyskari leiklist. Hon er úrsýnd og skarar fram úr á ein hátt, sum er so sjálvsagdur sum hann er leysur við yvirlæti. Framførslan skúrar seg ikki inn á teg, sum ein hvirla av hegni og tøkniligari mekt. Hon er sum eitt fleyr bara. Kortini, uttan at tað rættiliga varnast tað, tekur hon teg av fótum.
Og tað er eftir øðrum.
Sagt hevur verið um leikirnar hjá Anton Chekhov, at teir skapa áskoðaranum eina hugmynd av sær, ið kann líknast við ein øvutan klokkuljóm, sum byrjar har hann av røttum átti at doyð burtur við einum veikum, nóg illa ansingarverdum klangi, men síðani harðnar so spakuliga og endar, tá ið kúlvurin tekur, við einum duni, sum legst út í hvørja nerv, í hvønn feril av tilviti.
Tøgnin aftaná er hvørt um annað ræðulig og ein kensulig útloysn.
Og tað kann sigast um hesa uppsetingina við av Eg taki hond tína í mína.... Hóast pallmyndin er einfaldað, mest sum minimalistisk, so er hon ógvuliga Chekhovsk í sær, at kalla sum ein spegling gjøgnum tíð av stílinum og andanum í verkunum hjá meistaranum.
Og eingin hissini spegling.
Tað veit gud.
Hetta setur tó eisini krøv til leikararnar, stór krøv. Tað er ikki hvør sum helst, ið kann taka á seg at spæla slíkt verk, so at væl verður. Ikki fyri tann skyld at leikritið er torskilt í sjálvum sær ella tí at tað (sum eitt nú summi verk hjá Becket) líkasum vil halda seg undan einvísari ella skilaligari tulking.
Tvørturímóti.
Verkið er krevjandi av tí, at tað bæði er atkomiligt, men samstundis eisini bregdað saman av fínligum skiftingum í gongd og huglagi. At vísa seg tilfallandi orðingar, tónabrøgd og rørslur birta bráðar glottar av innsýni í tað, sum er kjarnin í søguni. Til at fáa heild í hetta krevja tey leikandi at hava seg sjálvi undir strongum aga á pallinum og duga at lofta hvørjum smábrigdi. Somuleiðis krevja tey at hava ta røttu ferðina á spæli sínum út ígjøgn og fram um alt: tað rætta samlagið sínámillum. Missa tey eitt einasta av hesum mongu brigdum niður, raknar sýningin upp og áskoðarin situr eftir við onkrum, sum valla er akslaypp vert.
Sjálvur havi eg sæð Eg taki hond tína í mína... tvær ferðir og hvørga ferð var skinkl í framførsluni.
Og skal eg siga sum er kundi eg saktans hugsað mær at sæð hana einaferðina enn.

Spyrst so livst