Listin í focus

Fríggjadagin letur eitt nýtt gallarí upp í Grím Kambans gøtu í Havn. Tað er Marianna Norðoy, sum hevur gjørt ein gamlan dreym til veruleika, og í framtíðini verður tað hennara fulltíðarstarv, at standa fyri Galerie Focus, sum Marianna hevur valt at kalla nýggja gallaríið.
Fyrsta listaframsýningin í nýggja gallarínum er við myndum hjá Bárði Jákupssyni. Tann framsýningin letur upp fríggjadagin og verður opin í tvær vikur.
Árið út verða listaframsýningar hvønn mánað við so frægum listafólkum sum Eyðun av Reyni, Jónu Rasmussen, Amariel Norðoy og Zacharias Heinesen.
Men hóast talan er um ?tungar dreingir? innan føroyska list, sum eiga framsýningarnar í Galerie Focus komandi mánaðirnar, so er tað sambært Marionnu Norðoy ikki ætlanin bert at loyva teimum etableraðu listafólkunum innum gáttina.
- Navnið hevur ikki so nógv at siga. Tað listarliga dygdin, ið eg hyggi eftir, tá eg skal meta um hvør kann sýna fram í gallarínum, og tí eru nýggj talentir eins vælkomin og etablerað listafólk, sigur Marianna Norðoy, sum hevði nokk at gera við at fyrireika fyrstu ferniseringina, sum verður fríggjadagin klokkan 16.