Listin klárur skjótt

Seinastu uppstillingarfundirnir vera um mánaðarskifti, sigur Gunnvør Balle, forkvinna í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag.

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hevur havt sín fyrsta uppstillingarfund til býráðsvalið í Havn, og eftir ætlan vera annar og triði uppstillingarfundirnir í seinasta lagi um mánaðarskiftið. Á valinum í 2012 fekk Tjóðveldi bert 100 atkvøður færri enn tey fingu í 2008, men tað var nóg mikið til, at umboðanin minkaði úr fýra niður í tríggjar býráðslimir.

 

- Vit hava fingið nøkur valevni upp á listan, men hann verður ikki almannakunngjørdur fyrr enn eftir seinasta uppstillingarfundin. Tó stilla teir tríggir býráðslimirnir uppaftur, sigur Gunnvør Balle, forkvinna fyri Suðuroyar Tjóðveldisfelag.

 

Í Tjóðveldi skal aðalfundurin góðtaka endaliga uppstillingarlistan, og eru fleiri enn mest loyvdu 17 fólkini um boðið, verða valevnini avgreidd við atkvøðugreiðslu á aðalfundinum.

 

- Vit leggja okkum eftir, at listin umboðar aldur, kyn, región og yrki javnt, sigur Gunnvør Balle, sum sjálv ikki hevur avgjørt hvørt hvørt hon stillar upp til býráðsvalið.

 

- Tað havi eg ikki tikið støðu til, men eg kann heldur ikki vísa tí heilt aftur, sigur fyrrverandi løgtingskvinnan fyri Tjóðveldi.

 

Í løtuni eru tað Jógvan Arge, varaborgarstjóri, Marin Katrina Frýdal og Jákup Dam sum sita í Tórshavnar Býráði fyri Tjóðveldi.