Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fyrstu 20 minuttirnir vóru altavgerandi. Ein setningur, sum so ofta hevur veirð galdandi fyri føroyska fótbóltslandsliðið. Ikki minst tær tríggjar undanfarnu ferðirnar, sum føroyingar hava vitjað í Litava, og har trýstið móti føroyska málinum hevur verið sera stórt fyrsta stóra korterið ella so.
Og tað mundi gingið mikukvøldið. Vísarin var á veg runt fyri 20. ferð, tá avgerandi mistakið hendi. Fróði Benjaminsen satsaði nakað nógv, tá hann fór í litaviska liðskiparan, Tomas Danilevicius. Uttan stórvegis trupulleikar varð toftamaðurin kantaður burtur, og við einum vælplaseraðum skoti varð bólturin sendir út móti handara stólpa, har Jákup Mikkelsen ikki rakk honum.
Einsamallur Holst
Hetta gjørdist einasta málið í einum dysti, sum enn eina ferð prógvaði, at tað er meira enn bara hart hjá føroyska fótbóltslandsliðnum at spæla dupultumfar í altjóða høpi.
Kanska satsaði Litava ikki so øgiliga nógv eftir málið, tí fyrst og fremst ráddi um at fáa stigini til høldar. Og hvør sum ein stríddust allir mans á føroyska liðnum fyrimyndarliga.
Men tað var støðugt við kensluni av, at neyðuga yvirskotið til at skapa enn eina heila ella hálva sensatión ikki var til staðar í sama mun, sum tað var á Tórsvølli mikudagin.
Í mun til tann dystin, so var útgangsstøðið heldur varnari hesaferð. Talan var um reina 4-5-1, har Christian Lamhauge Holst var sera einsamallur á toppinum og samstundis sera væl ansaður av eini litaviskari verju, sum helst hevði sæð gandakynstur hansara á Tórsvølli leygardagin.
Styrkin hjá Holst er tó fyrst og fremst at leita djúpt í vøllinum, og tí trívist hann best sum næsti áleyparin. Hugskotið mikukvøldið var púra greit, at kantarnir og ein av sentralu miðvallarunum skuldu vera skjótir at bjóða seg til, og í einstøkum førum eydnaðist hetta eisini. Ikki minst riggaði samanspælið væl upp ígjøgnum vinstru, har Símun Samuelsen var aftur, og einar tríggjar ferðir restaði bara neyvleikin í seinastu sendingini, áðrenn tað gjørdist heilt vandamikið.
Stóðu væl
Í føroyska endanum var nógv trýst, men tað var nú ikki so ofta, at støðan gjørdist so øgiliga vandamikil. Fyrstu bjargingina mátti Jákup fremja, tá Fróði stútaði litaviskt innlegg móti egnum máli, og ta einu ferðina mátti Jákup vippa góðan stútara uppum.
Í aðrar mátar varð litaviska hóttanin aloftast avmarkað til langskot og deyðbóltsstøður, men til hetta seinna hevði føroyska liðið lisið sera væl uppá, og hóast talan mangan gjørdist um klumpspæl mitt fyri málið, so var føroyska konsentratiónin og skipanin í verjupartinum somikið góð, at talan sjáldan gjørdist um tær heilt stóru royndirnar. Og í flestu førum endaði alt við, at skjúttin varð somikið trýstur, at Jákup Mikkelsen fekk sær heilt góða venjing við longu málspørkunum niðan á vøllin.
Yvirskotið restaði
Eftir steðgin varð talan eisini fyri tað nógva um somu myndina. Nakrar ferðir mátti Jákup vísa síni kynstir, og ta einu ferðina mundi fríspark sníkt seg innum, men aldursforsetin var sum køtturin á strikuni.
Litavisku áskoðarunum dámdu einki, at teirra lið alt meira fall aftur á vøllin, har bólturin støðugt varð koyrdur runt, uttan at tað heilt stóra hendi, og soleiðis var eitt føroyskt trýst eftir útjavningini væntandi seinastu løtuna av dystinum. Men her var sjónligt, at dysturin leygardagin hevði kostað heilt nógv í orku.
Seinastu løtuna vórðu tríggjar skiftingar framdar á føroyska liðnum, men hóast hetta eydnaðist ongan tíð at etablera nakað veruligt trýst. Tá bólturin varð fluttur niðan, eydnaðist sjáldan hjá okkara at vinna næstu-bóltarnar, og tí høvdu vertirnir sera lætt við at spæla seg úr trýstinum. Einstakar ferðirnar eisini við kontra-álopum sum úrsliti, og ta einu ferðina slapp litaviskur áleypari púrasta leysur avstað, men Jákup kom væl út, og so gjørdist lobbið ov langt, tá skotið varð.
Ógvuliga sigandi kom vandamesta føroyska royndin eftir deyðbóltsstøðu frá miðjum vølli, og hevði Jón Rói Jacobsen fingið veruligt skot á, kundi máltalvan kanska sæð øðrvísi út, men tað gjørdist enn eina ferð til nær við og næstan hjá føroyska liðnum, sum tó ikki var so heilt nær við, sum máltalvan segði, kortini.
Fínt landsliðsár
Hóast hesi heiðurligu tapini ikki kunnu nýtast til tað heilt stóra, so stðafesti dysturin enn einaferð, at føroyska fótbóltslandsliðið hevur tikið risa-fet frameftir seinstu tvey árini.
Við einum stigi og 1-5 í málmuni eftir fyrstu fýra dystirnar hevur liðið prógvað, at tað nú kann gerast væl styttir millum sensatiónirnar, og fyri tað nógva er hetta grundað á spælarar, sum væl kunnu halda á í drúgt áramál.
Av spælarunum á vøllinum mikukvøldið eru tað soleiðis bert Jákup Mikkelsen og Egil á Bø, sum kanska ikki eru eins aktivir, tá vit skriva 2009 í álmanakkan. Og av hinum spælarunum er tað bara Fróði Benjaminsen, sum er farin um tey 30 árini.
Í verjupartinum hevur liðið funnið sína skipan, og tað er hugalig staðfesting, at Jónas Tór Nær hevur loyst spurningin á høgra bakki, meðan Johan Troest Davidsen við støðugum og góðum avrikum hevur víst, at hann kann spæla øll pláss í bakketuni.
Í so máta er tað helst ein venjari við góðari samvitsku, sum letur liðið frá sær. Hvør eftirkomarin verður, er enn púrasta ógjørligt at gita um, men setningurin verður tá at halda fast um góða konseptið, sum nú er bygt upp í verjupartinum, fyri síðani at byggja spakuliga upp á álopspartin á liðnum. Ein álopspartur, sum kanska er tengdur dekan ov nógv at dygdunum hjá Christiani Lamhauge Holst, men við avmarkaða tilfeinginum, sum ein og hvør føroyskur landsliðsvenjari altíð vil hava, so mugu vit eisini liva við, at toppurin hjá okkum ikki er somikið breiður, at skaðar og frávera ikki merkjast. Eisini hóast hetta merkist minni, nú U21-landsliðið støðugt tykist spýta spælarar upp í A-hópin, tá hetta er neyðugt.