Skotland legði seg í dag einsamalt á odda í bólkinum hjá Føroyum. Hetta gjørdist greitt, eftir at teir vunnu 3-1 á Litava, sum mikudagin heima fær vitjan av føroyska landsliðnum.
Tað var tó als ikki uttan stríð, at Skotland fekk stigini í hús. Skotland førdi annars í hálvleikinum, men tá ið ein tími var farin, eydnaðist tað Litava at javna við brotssparki. Eftir hetta var Litava greitt omaná, men tað forðaði tó ikki Stephen McManus og James McFadden at skora avgerandi málini síðsta korterið av dystinum.
Litava vísti serliga stóra styrki við vælspældum álopum, sum til tíðir fullkomilgiga lat skotsku verjuna standa á berum.
Føroyska landsliðið kann tó gleðast um, at Andrius Ksanavicius, sum er sterkur leikari í litavisku miðverjuni, ikki verður við mikudagin. Við sínum gula korti í dag hevur hann nevniliga leikbann.