Vandi er fyri, at altjóða metingarstovnurin Moodys, fer at lækka metingina av Føroyum enn meiri. Tað staðfestir Høgni Joensen, skrivari í fíggjarnevndini.
Moodys hevur akkurát lækkað metingina fyri Føroyar, men vit eiga at stúra fyri, at metingin fer at lækka enn meiri.
Í seinastu meting síni staðfestir Moodys, at vit hava onga útgreinaða ætlan fyri, hvørji stig skulu takast fyri at fáa javnvág í búskapin.
- Uttan eina veruliga ætlan, er onki álit, leggur hann afturat.
- Tvørturímóti so kann mann vera bangin fyri, at metingin lækkar uppaftur meira, verður ein verulig fíggjarætlan ikki verður gjørd.
Høgni Joensen sigur, at hevði Landsstýrið fylgt játtanarlógini um, at leggja eina ætlan fyri næstu fimm árini, hevði Moody neyvan lækkað metingina.
- At ongin slík ætlan er, fær nú fíggjarligar avleiðingar, tí rentan á uttanlandslánum fer at hækka.
Høgni Joensen sigur, Fíggjarnevndin kann taka stigið fult út og gera ein karm fyri næstu fimm árini.
- Ger Fíggjarnevndin av at gera karmauppskot, býtt upp á greinar, fyri næstu fimm árini, ber til hjá hvørjum einstøkum landsstýrisfólki at gera eina fullfíggjaða, veruleikakenda fyri sítt øki, í sambandi við fíggjarlógina fyri 2012
- Verður onki gjørt, so er onki at ivast í, at Moody fer at lækka metingina enn meiri, sigur skrivarin í Fíggjarnevndini.