Jógvan Hugo
Gardar, Oslo
Hjá Jens Stoltenberg er tað av stórum týdningi at vinna aftur tað álitið, sum hvarv við atkvøðugreiðsluni seinast hósdag. Umhvørvisfelagsskapirnir eru í øðini inn á Arbeiðaraflokkin, og innanhýsis í flokkinum eru fólk sera misnøgd við, at gassorkuverkini skuldu fáa flokkin í stjórn.
Fredric Hauge, sum er maðurin aftan fyri umhvørvisfelagsskapin Bellona, er í øðini inn á Arbeiðaraflokkin, og hann himprast ikki við at siga, at Jens Stoltenberg fer at stinka av gassi restina av tíðini sum politikari.
Fyri Jens Stoltenberg er tað ikki akkurát tað besta skoðsmálið at fáa. Fredric Hauge var tann, sum í síni tíð fekk ungdómspolitikaran og AUF-formannin, Jens Stoltenberg, til at seta seg gjølla inn í umhvørvisspurningar. Teir eru ikki akkurát bestu vinmenn í løtuni.
Veljarakanningar seinastu dagarnar vísa eisini, at gassorkumálið ikki er tað, sum vinnir veljarar fyri Arbeiðaraflokkin. Í gjáramorgunin kom ein kanning, sum vísti, at Arbeiðaraflokkurin hevur mist millum tvey og trý prosent av veljarunum seinastu vikurnar, meðan fráfarandi stjórnarflokkarnir, og serliga Kristiligi Fólkaflokkurin eru styrktir munandi. Hesir hava fingið nærri seks prosent fleiri veljarar. Eisini kanningar um, hvussu vældámdir teir báðir Kjell Magne Bondevik og Jens Stoltenberg eru, vísa, at Stoltenberg tapir. Frá at vera munandi betri umtóktur enn Bondevik, er tað nú Kjell Magne Bondevik, sum flest norðmenn meina er best egnaður til at stýra landinum.
Fríggjadagurin avgerandi
Fríggjamorgunin hevur Jens Stoltenberg sína fyrstu stjórn klára, og spenningurin er stórur.
Thorbjørn Jagland fær ein ráðharrasess, og hetta gerst eftir øllum at døma uttanríkismálaráðið. Annars so verður spennandi at síggja, hvønn hann setir sum umhvørvismálaráðharra. Hesin sessurin hevur stóran týdning fyri flokkin, um álitið millum veljarar, sum seta umhvørvismál høgt, skal vinnast aftur.
Onnur nøvn sum eru nevnd eru fólk sum Jens Stoltenberg hevur havt tætt samband við og annars teir, sum hava staðið á odda fyri ungdómsfylkingini hjá Arbeiðaraflokkinum, AUF. Her verður serliga Trond Giske nevndur. Hann er bæði ímóti gassorkuverkunum og móti norskum ES-limaskapi.
Jens Stoltenberg hevur boðað frá, at ES-spurningar skulu seta meir í andglettin nú. Roknað verður við, at norðmenn skjótt aftur vilja royna at koma inn í ES. Her hevur Jens Stoltenberg enn ein møguleika at fara uppí part við Høyre og Framsóknarflokkin. Miðflokkarnir og Sosialistiski Vinstriflokkurin eru allir ímóti ES-limaskapi.