- Eitt partrolarapar landar í morgin og nøkur pør koma inn at landa seinni í vikuni. Fiskiskapurin er smáligur.
Tað veit Fiskamarknaður Føroya at siga.
Lagt verður aftrat, at allir djúpvatnstrolararnir liggja við bryggju, men helst fer onkur út í næstum.
- Vit vænta, at ein ella tveir trolbátar koma inn at landa mánadagin. Teir hava mest av havtasku, toski og longu.
Helst fer onkur annar trolbátur út um vikuskiftið.
Lagt verður aftrat, at trý garnaskip eru á svartkalvaveiðu. Eitt - ella møguliga tvey skip - koma inn at landa síðst í vikuni. Triðja garnaskipið frystir veiðina umborð.