Lítið hjá løgregluni at gera í náttarlívinum

Nakrir bilførarar eru tiknir, men tað er tað einasta

Hvat náttarlívi viðvíkur, hevur hetta verið eitt stak friðarligt vikuskifti. Tað hevur verið heilt fitt av fólki í býnum, men tey hava ikki gjørt nakran háva av sær. Í nátt mundi tað verðið eitt sindur rokaligt ta einu ferðina, men løgreglan var til staðar og fekk skilt partarnar sundur, áðrenn nakað hendi.

 

Leygarnáttina varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning og í gjárkvøldið var løgreglan á ferð í Eysturoynni fyri at kanna ferðsluna. Har vórðu 12 bilar steðgaðir og ein bilførari varð tikin fyri at koyra ov skjótt. Hann koyrdi í bygdum øki har tað er loyvt at koyra 50, men hann koyrdi ímillum 71- og 90 kilometrar um tíman, so hann fær eitt klipp í koyrikortið, umframt eina bót upp á 2.500 krónur.

 

Seinni varð eisini ein annar bilførari tikin og hann er skuldsettur fyri at koyra við ongum koyrikorti og tað gevur eisini nakrar túsund krónur í bót. Fyrstu ferð, ein bilførari verður tikin fyri at koyra, uttan at hava tikið koyrikort, ella endurtikið koyrikort, er bótin 5.000 krónur, men so hækkar hon hvørja ferð.