Lítil munur millum stóru flokkarnar

Fólkaflokkurin verður størstur sambært forsøgn við 8 tingsessum. Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin fáa 7 í part

Tað sigur forsøgn, tá sløk helvt av atkvøðunum eru taldar.

 

Tað sær ikki út til at gerast tann stóri munurin millum teir størru flokkarnar á tingi, sum veljarakanningar hava spátt. Fólkaflokkurin tykist ikki at fáa tað risastóru framgongdina, sum hevur verið spádd - tó at hann stendur til framgongd upp á 7,2 prosentstig.

Javnaðarflokkurin stendur til 6,1 prosent afturgongd, sum tó gevur honum 7 tingsessir. Tjóðveldi stendur í stað við 6 tingsessum. Framsókn stendur til at missa 1 tingsess, og Sjálvstýri stendur til at fáa 1 tingsess.

Enn eru trý tey størstu valstøðini eftir Havnin, Hoyvík, Klaksvík - og so Velbastað.

##med2##