Sum bunkarnir á borðinum hjá Tjóðveldi í Høllini á Hálsi vísa, so er eingin ivi um, at 20 ára gamla stjørnuskotið hjá Tjóðveldi, Bjørg Brynhildardóttir Egholm, verður toppskorari í Tjóðveldi. Hon hølvar bæði forkvinnuna Sirið Stenberg og fyrrverandi formannin Høgna Hoydal av í persónligum atkvøðum.
Áðrenn atkøvðurnar í Hoyvík, so hevur Bjørg Bryhildardóttir Egholm 933 persónligar atkøvður. Næst henni kemur Sirið Stenberg við 542 og Høgni Hoydal við 455.
Hetta er við tí fyrivarni, at atkvøðurnar úr Hoyvík kunnu broyta hetta nakað. Hoyvík er heimbýurin hjá Høgna Hoydal. Men uttan Hoyvík er munurin millum Bjørg Brynhildardóttir Egholm og Høgna Hoydal 478 atkvøður.











