Tá týsku politikararnir sunnudagin fara at velja nýggjan forseta, fáa teir møguleikan at atkvøða fyri einari kvinnu.
Tað er tann 61 ára gamla Gesnie Schwan. Hon er professari í statsvísindi og stjóri á lærda háskúlanum í Frankfurt a.d. Oder. Hóast hon ikki verður hildin at hava stórvegis møguleikar sunnudagin, hava týsku fjølmiðlarnir gjørt nógv burtur úr uppstilling hennara. Teir lýsa hana sum eitt litríkt valevni. Sjálv heldur hon, at Týskland hevði havt gott av at fingið eina kvinnu í forsetaembætið, og at hennara lætta lyndið hevði komið týskarunum væl við í hesum búskaparligu krepputíðum.
Alt bendir kortini á, at teir týsku politikararnir fara at velja tann 61 ára gamla búskaparfrøðingin Horst Køhler til forseta. Hann var varafíggjarmálaráðharri hjá Helmuth Kohl og hevur verið stjóri í altjóða gjaldoyragrunninum IMF, men segði upp, tá hann sbleiv uppstillaður til forsetavalið. Hann skal taka við eftir tann 73 ára gamla Johannes Rau, sum hevur valt at leggja frá sær eftir at hava røkt forsetaembætið eitt valskeið.