hvussu hava fyrireikingarnar verið til Landsinnsavningina hjá tykkum í Bláa Krossi?
- Tær hava verið sera spennandi og hetta hevur verið nógv meira arbeiði enn vit høvdu væntað. Nógv skal fáast upp í lag, bæði í mun til sjálva sendingina, fólk sum skulu luttaka, tónleikur og mangt annað. Men tað hevur gingið sera væl og nú er bara ein dagur til landsinnsavningin skal vera. Enn eru nakrir fáir leysir endar - men tað mesta er komið uppá pláss.
Hvat kunna hyggjararnir gleða seg til?
Hyggjararnir kunna gleða seg til eina fjølbroytta landsinnsavning. Sendingin kemur at hava bæði skemtilig og álvarslig innsløg og eina rúgvu góðum tónleiki. Fólk fara at fáa eitt innlit í tað yvirskipaða arbeiði vit fáast við, men størsti denturin verður lagdur á tær verkatlænirnar, ið innsavnaði peningurin fer til - sum eru Liv Lívið og Títt Rúm.
- Vit fara at síggja upptøkur frá teimum tiltøkum vit hava havt í summar hjá Liv Lívið og so fara vit at hava samtalur við fólk, ið hava fingið hjálp ígjøgnum Títt Rúm. Eisini verður okkara rúsfría barr til staðar so vertirnir kunna fáa sær ein leskiligan rúsfrían drykk.
Hvat fer peningurin ítøkiliga til tá ein í morgin letur eina upphædd til landsinnsavningina hjá Bláa Krossi?
-Peningurin fer til fyribyrgjandi arbeiði millum ung og familjur. Sum sagt eru tað serliga verkætlanirnar Títt Rúm og Liv Lívið, ið eru tvær verkætlarnir vit hava koyrandi nú, ið dentur verður lagdur á.
Til innsavningarnar í sjónvarpinum hesi seinastu tvey árini eru met stórar upphæddir savnaðar - hvørjar væntanir hava tit?
- Tað er ómetaliga ringt at meta um. Vit áttu at havt okkara innsavning í mars, men vit máttu víkja vegna kríggið í Ukraina. Tá var tað ein óvanliga stór upphædd, sum varð savnað, ímun til hinar sum hava verið – og vit vænta at liggja umleið við tær, ið vóru áðrenn tí hjá Reyða Krossi í mars. Tá tað er sagt, so hava vit sera høga inflatión fyri tíðina, so fólk eru møguliga meira varin við at lata pening. Sjálvandi vóna vit at nógvur peningur verður savnaður – men hetta er eisini ein fantastiskur møguleiki, at greiða frá um arbeiðið hjá Bláa Krossi fyri øllum føroyingum.
Øll kunna stuðla landsinnsavningini hjá Bláa Krossi her: Blái Krossur
##med2##