Livandi tónleikur í Manhattan

Sum vant er livandi tónleikur í Manhattan hetta vikuskiftið.

Fríggjakvøldið spælir fløguaktuelli Showmaðurin Jens Marni Hansen. Hann fer at spæla einsamallur, bæði eldri og tey nýggju løgini á fløguni, sum kom út í seinasta mánað.

 

Leygarkvøldið spæla Tróndur Enni og Uni Debess. Teir báðir spældu eisini seinasta vikuskiftið, og tað gekk somikið væl, at teir hava játtað at taka eitt tørn afturat.