Livandi tónleikur og jamsession hvørt mikukvøld

Jazz, blues, latin og fusion standards verða at hoyra í Manhattan hvørt mikukvøld, men møguleiki verður eisini hjá áhoyrarum, at koma við egnum tilfar til jammið. Eftir avtalu við bólkin, ber til hjá áhoyrarum at koma við egnum tilfari til jammið.

 

Hetta er eitt populert kvøld har nógvir tónleikarar og onnur hava verið uppi og royt seg saman við tónleikararunum.

Tónleikurin og Jammið byrjar kl. 20:00 og endar kl. 24:00 og er ókeypis

 

Mikukvøldið 28.okt. er lagt upp til eitt hugnaligt kvøld við Heðin Ziska Davidsen, Agnar Lamhauge og Jan Rúni Poulsen.