Seint í gjárkvøldið náddu teir málið, teir høvdu sett sær. At koma tvørtur um Atlantshavið í róðrarbátinum Rose. Ferðin tók 54 samdøgur.
Ferðin byrjaði úr Portimão allar sunnast í Portugal 4. mars. Málið var Franska Gujana, norðast í Suðuramerika, og har eru teir nú. Ferðin úr Portugal til býin Cayenne í Franska Gujana, Suðuramerika, er góðar 3700 fjórðingar.
Tað hevur ikki gingist sum ætlað hjá teimum fimm rógvarunum, sum skuldu rógva tvørtur um Atlantshavið.
Á 43. degi løgdu teir árarnar inn. Ein hávur hevði oyðilagt róðrið, og teir komu til ta niðurstøðu, at uttan róður bar ikki til at stýra bátinum. Teir riggaðu eitt segl til, og hava síðani siglt við segli tað síðsta strekkið.
Maturin var eisini við at ganga undan og teir máttu skamta matin. Men teir hava fiskað eitt sindur síðsta strekkið og hava soleiðis fingið nakað av mati afturat.
##med2##
Nú teir eru komnir fram, hava teir rent seg í ein annan trupulleika, sum teir als ikki væntaðu fór at vera ein trupulleiki, tá ið ferðin byrjaði. Koronasmittan hevur nevniliga rakt heimin, og hon ger, at nú er trupulleiki hjá teimum at sleppa heimaftur.
- Vit fara nú at kanna, hvussu vit sleppa til Evropa aftur og haðani heim, sigur Livar Nysted við portal.fo