Osama bin Laden livdi eitt lív í reinum marglæti í einum væl tryggjaðum húsum í býnum Abbottabad bert 100 metrar frá einum pakistanskum hernaðarakademii. Saudiarabiski al-Qaeda leiðarin livdi í marglæti við familju síni í einum luksushúsum í trimum hæddum. Húsini eru átta ferðir størri enn hini húsini í grannalagnum og vórðu bygt í 2005.
At síggja til vóru tað tveir brøður, ið áttu húsini.
- Tað vakti illgruna, at eitt hús fyri meiri enn fimm milliónir hvørki hevði telefon ella internet. Brøðurnir høvdu heldur onga frágreiðing um teirra ríkidømi, siga amerikanskar keldur sambært Reuters.
Í USA vakti tað stóra gleði tá boðini frættust um deyða bin Ladens, og fólk í túsundatali savnaðust uttan fyri Hvítu Húsini har tey sungu tjóðsangin og róptu USA, USA, USA, skriva danskar heimasíður.