Liverpool er í kreppu

Premier League: Meistararnir kláraðu í kvøld at tapa móti Burnley

Tað hevur ligið í luftini eina løtu. Tíðin hjá hesum liðnum hjá Liverpool er við at verða komin til endan, og tað bleiv staðfest tá Liverpool í kvøld tapti á fyrsta sinni á heimavølli í Premier League í trý ár.

Liverpool hevði bóltin meir, men eins og undanfarnu dystirnar, so hava meistararnir óhugnaliga ringt við at skjóta mál. Liverpool hevði fleiri skotroyndir, men við ágangandi verjuspæli megnaði Burnley at standa ímóti.

Eitt er at tað gongur illa hjá Liverpool at skjóta mál, men í hesum kappingarárinum hevur Liverpool eisini klárað at latið ein rúgvu av løgnum málum ígjøgnum. Tað kláraðu teir eisini í kvøld, tá Joel Matip misti sín mann í verjustøðu og málverjin, Alisson Becker, kom út og gjørdi brotsspark.

Ashley Barnes umsetti trygt úr ellivu metrum. Gjøgnum allan dystin stóð verjan hjá Burnley væl. Teir hava útmerkað seg í verjustøðu í hesum kappingarárinum, og hava latið fæst mál inn av botnliðunum.