Liverpool er úti

Eitt mál frá Ngog var nóg mikið hjá Liverpool til at vinna útidystin móti Debrecen. Men støðan hjá enska stórfelagnum var samstundis, at teir ikki sjálvir kundu avgera sína lagnu.

Hendan lá í hondunum á Fiorentina og Lyon, sum dystaðust í Firenze, og ta uppgerðina vann Fiorentina.

Soleiðis kann Liverpool í mesta lagi koma ájavnt Lyon, sum er nummar tvey í bólkinum, men í innnanhýsis roknskapinum stendur franska liðið seg betur, og tí er leikluturin hjá Liverpool í Champions League hetta kappingarárið av.

 

Aðrastaðni fekk Barcelona luft undir sínar veingir, tá teir eftir ein framúr fyrra hálvleik vunnu 2-0 á Inter.

 

Úrslitini í kvøld:

Bólkur E

Debrecen-Liverpool 0-1

Fiorentina-Lyon 1-0

 

Bólkur F

Rubin Kazan-Dynamo Kiev 0-0

Barcelona-Inter 2-0

 

Bólkur G

Rangers-Stuttgart 0-2

Unirea Urziceni-Sevilla 1-0

 

Bólkur H

Arsenal-Standard Liege 2-0

AZ Alkmaar-Olympiakos 0-0